Uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um foreldramyndugleika og samveru (Foreldramyndugleikalógin)
Frágreiðing

Við nýggju lógini fáa ógift foreldur betri møguleika at fáa felags foreldramyndugleika, og myndugleikar fáa heimild taka avgerð um felags foreldramyndugleika.

Sum nakað nýtt kann avgerð takast um bústaðin hjá barninum. Við hesi heimild fáa foreldrini betri møguleika fyri at varðveita felags foreldramyndugleika.

Ásetingarnar um samveru verða nágreinaðar og víðkaðar m.a. soleiðis, at samvera kann ásetast við onnur enn foreldur, sum barnið er knýtt at. Eisini verður ásett, at samveruforeldrið hevur rætt til sjálvvirkandi viðbótarsamveru fyri mista samveru, um bústaðarforeldur hevur forðað samveru uttan haldgóða orsøk.

Ummælisfreist
13.08.2021
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Almannamálaráðið
Slag
Løgtingslóg
Dagfesting
16.06.2021
Samband
amr@amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Løgtingslóg Um Foreldramyndugleika Og Samveru (Foreldramyndugleikalógin)