Uppskot um at broyta løgtingslóg um barnavernd v.m.

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (Barnaverndarlógin (Javning av upphæddum og ferðaútreiðslur í sambandi við samveru) v.m.
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at fáa til vega greiða heimild til barnaverndartænasturnar at gjalda ferðaútreiðslur í sambandi við samveru eftir barnaverndarlógini.

Endamálið við lógaruppskotinum er somuleiðis at fáa til vega greiða heimild at javna veitingar við heimild í barnaverndarlógini sambært løgtingslóg nr. 64 frá 30. apríl 2018 um javningarprosent til almannaveitingar. Ætlanin er, at javnaðu upphæddirnar á hvørjum ári verða kunngjørdar í rundskrivi, har aðrar upphæddir innan sama øki eisini kunnu verða kunngjørdar, harundir barnagjald og hjúnafelagagjald.

Sum avleiðing av hesum er eisini neyðugt at broyta kunngerð um samsýning til fosturforeldur og kunngerð um áseting og javning av almannaveitinum.

Í kunngerð um samsýning til fosturforeldur verða upphæddirnar á lummapeningi hækkaðar, soleiðis at tær samsvara galdandi upphæddum í Danmark.

Í uppskotinum til leiðbeining um lummapening til børn, sum eru set theiman, verður greitt nærri frá ásetingini um lummapening.

Ummælisfreistin er farin
21.08.2020
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Barnavernd
Slag
Lógaruppskot, kunngerð og leiðbeining
Dagfesting
23.07.2020
Samband
www.amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Áseting Og Javning Av Almannaveitingum Uppskot Til Broyting Í Kunngerð Um Samsýning Til Fosturforeldur Uppskot Til Broyting Í Løgtingslóg Um Barnavernd Uppskot Til Leiðbeining Um Lummapening Til Børn, Sum Eru Sett Heiman