Vælferðarlóg

Heiti
Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin) og uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin (tvingsilslógin)
Frágreiðing

Uppskotið hevur til endamáls at laga vælferðarskipanina til føroysk viðurskifti.
Eins og forsorgarlógin hevur verið, verður løgtingslóg um almannatrygd og vælferð niðasta fíggjarliga trygdarnetið fyri teir borgarar, ið ikki sjálvir megna at uppihalda sær sjálvum og sínum. Fyri teir borgarar, ið hava tørv á tænastum, verður lógin karmur um teirra gerandisdag og virki.
Endamálið við lógaruppskotinum er, at samfelagið hevur eina lóggávu, har tænastur og veitingar verða veittar við støði í tørvi og ynski borgarans í mun til egna lívsstøðu og soleiðis, at borgarin, hóast tarn ella sjúku, fær eitt fyri hann nøktandi og innihaldsríkt lív.
Endamálið við uppskotinum er eisini at brynja føroyska vælferðarsamfelagið til tær avbjóðingar, ið longu eru og ikki minst standa fyri framman. Fólk liva longur, viðgerðarhættir gerast alsamt betri, og breið semja er um, at fólk ikki skulu vera á sjúkrahúsi í langa tíð, men skulu heldur hava tænastur í nærumhvørvinum so leingi sum gjørligt. Samstundis gerast alsamt færri skattgjaldarar at rinda fyri vælferðartænasturnar.
Tí er neyðugt at skipa vælferðartænasturnar soleiðis, at so nógv sum gjørligt kunnu hava og varðveita tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Hetta endamálið sampakkar væl við heimsmálini hjá ST um burðardygga menning, sum landsstýrið hevur gjørt av at virka eftir, har limalondini m.a. hava tikið undir við stigvíst at minka um ójavnan í samfelagnum.
Ein av høvuðstættunum í uppskotinum er tískil, at veitingar og tænastur skulu veitast við tí fyri eyga at gera borgaran meira sjálvhjálpnan.
Eisini tekur uppskotið hædd fyri, at familjur, sum hava barn, sum ber brek, ella ein maki hjá einum, sum hevur fingið niðursett virkisføri, skulu stuðlast í at varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin og fáa neyðuga hjálp til at taka sær av sínum so leingi sum gjørligt.
Harumframt er ætlanin, at borgari skal fáa viðlíkahaldsvenjing fyri at fyribyrgja, at viðkomandi noyðist av arbeiðsmarknaðinum ella skal hava umfatandi tænastur frá Almannaverkinum.
Í uppskotinum er ein røð av møguligum amboðum, sum Almannaverkið kann velja at brúka fyri at hjálpa persónum, sum hava tørv á antin fíggjarligari hjálp ella tænastu, fyri at virka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum.
Uppskotið fevnir um eina røð av dagføringum í mun til verandi lóggávu, eins og uppskotið gevur landsstýrismanninum heimild til at skipa nýggjar tænastur, sum tørvur er á, fyri at borgarar, sum bera brek kunnu virka á jøvnum føti við onnur í samfelagnum.
Vælferðartænasturnar skulu leggja størri dent á tann fyribygjandi tættin, og veitingar og tænastur skulu í størri mun virka og eggja til størri sjálvhjálpni.
Uppskotið er somuleiðis saman við uppskotinum til broyting í løgtingslóg um heimastænastu, eldrarøkt v.m. liður í at loysa nøkur av teimum markamótum, sum eru millum land og kommunur eftir, at kommunurnar í 2015 fingu ábyrgd av nøkrum vælferðartænastum, sum áður vórðu skipaðar undir landinum sambært forsorgarlógini.
Endamálið er at gera greiðari, hvørjar veitingar og tænastur eru, og hvørjar treytir eru knýttar at teimum.
Harumframt er endamálið, at Almannaverkið fær greiðari reglur at arbeiða út frá bæði sosialfakliga og námsfrøðiliga, og aðrir stovnar og sjálvbodnar felagsskapir, sum veita tænastur, fáa greiðari reglugrundarlag at arbeiða út frá.
Forsorgarlógin hevur í góða hálva øld verið hornasteinurin í føroyskum sosialpolitikki og undir føroysku vælferðarskipanini. Forsorgarlógin er upprunaliga donsk lóg, og varð sett í gildi fyri Føroyar í 1967.
Fyrstu ferð heitið “forsorgarlóg” varð nýtt fyri sosiallóg, galdandi í Føroyum, var í 1960, men nýggj lóg kom í 1967, og síðan er lógin vorðin broytt munandi í fleiri umførum. Í 1988 vórðu allar broytingarnar savnaðar í eini sokallaða lógarkunngerð, men framhaldandi er tað lógin frá 1967 við seinni broytingum, sum er heimildargrundarlagið.
Forsorgarlógin er smíðað í eini tíð, har vælferðartænasturnar vórðu skipaðar á annan hátt enn í dag, og sum í stóran mun bygdu á eina stovnsgerð (institutionalisering) av borgarum, ið bóru brek.
Seinnu árini hevur Almannamálaráðið arbeitt stig- og miðvíst við at dagføra lóggávuna soleiðis, at lóggávan er meira í samsvari við nútíðar hugsjón við atliti at viðurskiftum hjá fólki, ið bera brek. Harumframt hevur verið arbeitt við at fáa greiðari rættarstøðu og betra um løgfrøðiligu og umsitingarligu karmarnar hjá myndugleikum, sum umsita tænastur og veitingar, sum eru skipaðar sambært forsorgarlógini.
Í januar 2017 fekk tásitandi landsstýrismaðurin handað tilmæli til tænastupolitikk við heitinum “Borgarin takast uppá ráð” og frágreiðing til tilmæli.
Tilmælið er tilevnað av einum breitt fevnandi arbeiðsbólki við umboðum frá áhugafeløgum, fakfeløgum, Almannaverkinum og Almannamálaráðnum. Í tilmælinum og frágreiðingini er sjóneykan sett á verandi sosialar tænastur, og hvussu vit eiga at skipa tænastur til fólk, sum bera brek, frameftir. Løgtingið hevur í hesum sambandi havt frágreiðing um tænastur til aðalorðaskiftis í apríl 2017. Landsstýrismaðurin í almannamálum er nú komin á mál við arbeiðinum og setir við uppskotinum til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð kós fyri, hvussu partar av føroysku vælferðarskipanini skulu skipast, soleiðis at borgarar, sum ikki megna at uppihalda sær og sínum, og borgarar, sum bera brek og varandi sjúku, fáa neyðugar veitingar og tænastur til tess at virka á jøvnum føti við aðrar føroyingar.
Saman við uppskotinum til løgtingslóg um vælferð leggur landsstýrismaðurin eisini fram uppskot til løgtingslóg um tvingsil, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd, uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m. og uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum.
Samstundis verður verandi forsorgarlóg sett úr gildi.

Ummælisfreistin er farin
17.01.2020
Ráð
Almanna- og mentamálaráðið
Øki
Almannamál
Slag
Lógaruppskot
Dagfesting
23.12.2019
Samband
www.amr.fo
Málsviðgjørt
Almannamálaráðið
Tak niður
Frágreiðing Um Broytingar Í Uppskotunum Um Vælferð Og Um Tvingsil Uppskot Til Løgtingslóg Um Tvingsil Og Onnur Inntriv Í Sjálvsavgerðarrættin (Tvingsilslógin) (Vælferðarlógarpakkin) Javntekstur Tvingsilslógin Uppskot Til Løgtingslóg Um Almannatrygd Og Vælferð (Vælferðarlógin) Javntekstur Til VFL Til Ummælis