Váttan av faðirskapi

Heiti
Løgtingslóg um broyting í lov om børns retsstilling og uppskot til kunngerð um broyting í bekendtgørelse om behandling af faderskabssager m.v.
Frágreiðing

Endamálið við lógaruppskotinum er at strika kravið um at møta persónliga á Familjufyrisitingini fyri at vátta faðirskapin at einum barni. Í staðin verður ásett, at hetta verður gjørt skrivliga í einari váttan, sum verður send Familjufyrisitingini.

Somuleiðis verður ásett, at ein pápi við elektroniskari undirskrift kann vátta faðirskapin at einum barni, tá ið Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klár at taka í nýtslu í 2020.

Nýggja skipanin við váttan av faðirskapi verður skipað í kunngerð, bekendtgørelse om behandling af faderskabssager m.v. Tá ið Tænastuportalurin og talgildi samleikin eru klár at taka í nýtslu, verður neyðugt at broyta kunngerðina samsvarandi.

Ummælisfreistin er farin
10.12.2019
Ráð
Almannamálaráðið
Øki
Familjurættur
Slag
Lógaruppskot v.m.
Dagfesting
12.11.2019
Samband
amr.@amr.fo
Tak niður
19 00399 32 Uppskot Til Løgtingslóg Um Broyting Í Lov Om Børns Retsstilling 562293 378106 0 19 00399 36 Javntekstur 564014 2 0 19 00454 10 Kunngerð Váttan Av Faðirskapi 559235 376808 0