18. september 2015 fráboðaði løgmaður býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar. Í kapittulum 7 eru heimilidarnar hjá landsstýriskvinnum í almannamálum ásettar.

Fyrisitingarheimildir

§ 31. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum:

1)   L. nr. 200 af 18. mai 1960 om børns retsstilling, § 22, stk. 3.

2)   L. nr. 150 af 24. apríl 1963 om inddrivelse af underholdsbidrag.

3)   L. nr. 719 af 18. november 1987 om udlægning af særforsorgen m.v. på Færøerne.

4)   Lb. nr. 100 af 2. mars 1988 om offentlig forsorg.

5)   Ll. nr. 111 frá 3. oktober 1988 um vardar íbúðir.

6)   Ll. nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna- og heilsumálum.

7)   Ll. nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul.

8)   Ll. nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

9)   Ll. nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, § 51 og § 54, stk. 2, hvat viðvíkur samskifti landsstýrisins mótvegis donskum stjórnarráði, sum umsitur samsvarandi málsøkið í Danmark.

10) Ll. nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.

11) Ll. nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.

12) Ll. nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening.

13) Ll. nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensiónir o.a.

14) Ll. nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum.

15) Ll. nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt, § 6 a og kærumál sbr. § 11 viðvíkjandi fríplássum.

16) Ll. nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m.

17) Ll. nr. 30 frá 19. mai 2004 um sjúkratrygd til fiskimenn.

18) Lb. nr. 148 frá 9. mars 2004 af lov for Færøerne om rettens pleje, § 456o, § 536, § 561 og § 752.

19) Ll. nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd.

20) Ll. nr. 118 frá 20. desember 2006 um lán til bygging av ellis- og røktarheimi í Vági.

21) A. nr. 581 frá 23. juni 2008 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erstatning fra staten til ofre for forbrydelser, § 10 a, stk. 1.

22) Ll. nr. 60 frá 26. mai 2010 um útleigan av bústøðum (Leigulógin).

23) Ll. nr. 78 frá 7. juni 2011 um bygging av sambýli í Tórshavn til fólk við sálarsjúku.

24) Ll. nr. 79 frá 7. juni 2011 um bygging av stovni í Eysturoynni til børn við fjølbreki.

25) Ll. nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk.

26) Ll. nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

27) Ll. nr. 44 frá 15. mai 2014 um liðugtgerð av fyrra parti av nýggjari kt-heildarskipan til Almannaverkið.

28) Ll. nr. 55 frá 15. mai 2014 um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.

29) Ll. nr. 61 frá 15. mai 2014 um studningslán og rentufrítt lán til umvæling av ellis- og røktarheiminum á Sýnini.

Umsitingarøkið

§ 32. Landsstýrismaðurin í almannamálum umsitur almannaveitingar, bústaðarmál, eldramál, fólkapensjónsgjøld úr landskassanum, javnstøðumál, serforsorgarmál, stovnar og fyriskipanir innan almannaøkið. Landsstýrismaðurin í almannamálum tekur sær av miðsavnandi uppgávuni sambært grein 33, pkt. 1 í Sáttmála Sameindu tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur heimildir landsstýrisins mótvegis:

1)   Blindastovni Føroya.

2)   Dugni.

3)   Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

4)   Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark.

5)   Sambýlir.

6)   Teknmálstulkatænastuni.

Løgtingslógaruppskot

§ 33. Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til løgtingslógir á hesum økjum:

1)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 3: Húsaspurningar (tó ikki um skipan av lutaíbúðafeløgum), leiguspurningar.

2)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 5: Almenn forsorg.

3)   Sbr. heimastýrislógini lista A nr. 16: Eins rættindi fyri menn og kvinnur.

4)   Sbr. L. nr. 315 af 17. mai 1995 om sociale ydelser på Færøerne, § 1, tó ikki § 1, stk. 2 nr. 2 tá ið umræður tvungnari eftirlønaruppsparing og útgjald av somu.

Ríkislógartilmælisuppskot

§ 34. Landsstýrismaðurin í almannamálum fyrireikar og leggur á landsstýrisfund, til framløgu í løgtinginum, uppskot til ríkislógartilmæli á hesum økjum, eins og hann á somu økjum ummælir mótvegis ríkismyndugleikum, sbr. stýrisskipanarlógini § 49:

1)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Fólkatrygging.

2)   Sbr. ræðislógini § 1, stk. 2: Serumsorgan.

Ræði á løgtingsfíggjarlógini

§ 35. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur ræði á § 12, almannamál á løgtingsfíggjarlógini.

Tænastuboð

§ 36. Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur yvirskipaða eftirlitið við hesum stovnum og hevur heimild at geva teimum tænastuboð:

1)   Almannaverkið.

2)   Almannamálaráðið.