Lógir og reglur

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur politisku ábyrgdina av hesum málsøkjum:

  • almannamál
  • mentamál
  • javnstøðumál

Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur tær fyrisitingarheimildir, sum eru hjá landsstýrinum í hesum lógum, sí fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýriskvinnurnar og landsstýrismennirnar (kapittul 4, grein 14-19)

Allar lógir eru at finna í lógarsavninum www.logir.fo. Lógarsavnið  inniheldur ta til eina og hvørja tíð galdandi lóggávu. Um ósamsvar er millum innihaldið í lógasavninum og tekstin í Kunngerðablaðnum, er tað teksturin í Kunngerðablaðnum, ið er løgfrøðiliga bindandi.

Kunngerðaportalurin er talgilda Kunngerðarblaðið, har allar løgtingslógir, kunngerðir, reglugerðir og aðrar almennar fyriskipanir yvirhøvur, ið landsstýrið gevur út, skulu lýsast. Frá 1. januar 2013 er Kunngerðablaðið einans givið út talgilt og ikki í pappírsútgávu sum áður. Kunngerðaportalurin er einasti bindandi kunngerðamiðilin til løgtingslógir, kunngerðir o.a. Í Kunngerðablaðið A verða løgtingslógir og kunngerðir, givnar av landsstýrinum, lýstar, og í Kunngerðablaðið B verða lógir og kunngerðir, ið ríkismyndugleikarnir geva út, lýstar.

Allar lógir, sum Løgtingið hevur samtykt, eru eisini at finna á heimasíðuni hjá Løgtinginum. Tú klikkir teg inn á yvirskriftina Tingmál, og inn á Løgtingstíðindi, sum tú sært niðarlaga til vinstru. Lógirnar eru at finna undir tí árinum, tær eru lagdar fram í Løgtinginum.