
Um Almannamálaráðið
Almannamálaráðið fyrisitur almannamál, bústaðarmál, persóns-, familju- og arvarætt, umframt javnstøðumál.
Uppgávan hjá Almannamálaráðnum er:
- at ráðgeva landsstýriskvinnuni
- at tilevna lógaruppskot, kunngerðir og aðrar reglur
- at veita stovnum og øðrum undir ráðnum ráð og vegleiðing
Almannamálaráðið er skipað við aðalstjóra sum ovasta fyrisitingarlig leiðsla.