Kunning um dátuvernd

Tá tú sendir Almannamálaráðnum ein teldupost, verður mál stovnað og telduposturin skrásettur í skjalhaldsskipanina.

Eru persónsupplýsingar í teldupostinum, verða hesar eisini skrásettar. Tað sama er galdandi fyri viðkvæmar persónsupplýsingar.

Upplýsingarnar um teg verða bara viðgjørdar sum liður í málsviðgerðini.

Heimildargrundarlagið fyri viðgerðini er vanliga at finna í dátuverndarlógarinnar § 8, stk. 1, nr. 5 (myndugleikaútinnan) og § 12, stk. 1, nr. 2 og 7 (heimild í lóg) (rættarkrav).

Sum dátuábyrgdari leggur Almannamálaráðið dent á, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við dátuverndarlógina, t.e. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónsupplýsingum.

Almannamálaráðið hevur tí sett tiltøk og fyriskipanir í verk, sum eitt nú skulu tryggja persónsupplýsingarnar ímóti óheimilaðari ella ólógligari viðgerð.

Sum dømi kann nevnast, at mál við viðkvomum persónsupplýsingum verða skrásett sum trúnaðarmál í skjalhaldsskipanini, har atgongdin er avmarkað til tey starvsfólk, ið viðgera málini, og har tað verður kannað við ávísum millumbilum, hvør ið hevur verið inni á málunum – umframt hvør ið hevur roynt at fingið atgongd til málini.

Sum skrásettur hevur tú ávís rættindi. Tú hevur rætt til at verða kunnaður, tá Almannamálaráðið savnar upplýsingar um teg, tú hevur rætt at fáa at vita, hvørjar upplýsingar Almannamálaráðið viðger um teg, og í ávísum førum hevur tú rætt til at krevja, at Almannamálaráðið rættar ella strikar upplýsingar um teg.

Hevur tú spurningar til dátutrygdina hjá Almannamálaráðnum, kanst tú senda ein teldupost til: amr@amr.fo