Sorgarbólkurin Berin

Endamál Berans er at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og/ella systkin við deyða, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við javnlík og sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini. Til ber at fáa ókeypis samtalur við sálarfrøðing.

Kjarnuviksemið hjá Beranum er, at skipa fyri sorgarbólkum fyri:

  • børn/ung, ið hava mist ein av sínum nærmastu
  • foreldur, ið hava mist børn
  • fyri børn og ung, sum hava foreldur ella systkin, sum eru rakt av álvarsamari sjúku.

Harumframt, at

  • veita ráðgeving, stuðul og vegleiðing.

Og skipa fyri

  • kunnandi og fyribyrgjandi virksemi, t.d. fyrilestrar á skúlum og stovnum.

Sorgarbólkin Berin byrjaði virksemi sítt í 2003 og fær stuðul av § 12 á fíggjarlógini, ið stuðlar virkseminum.