Landsfelag Pensjónista
Landsfelag Pensjónista fær stuðul á § 12 a fíggjarlógini. Stuðulin verður latin til skrivstovuhald og annað virksemi hjá landsfelagnum, t.d. blaðið Sólsetur og norðurlendskt samstarv.
Landsfelagið hevur eisini til uppgávu at ráðgeva landsstýriskvinnuni í øllum málum, ið viðvíkja eldri.