Høvuðsbarnaverndarnevndin

Høvuðsbarnaverndarnevndin skal viðgera ávís mál í sambandi við arbeiðið hjá barnaverndarnevndunum kring landið. Eitt nú skal Høvuðsbarnaverndarnevndin taka avgerð í:

  • øllum málum viðvíkjandi umsorganaryvirtøku og samverurætti,
  • málum viðvíkjandi rætti til ókeypis umboðan (av advokati),
  • málum um familjuviðgerð á stovnum hjá landinum,
  • málum um dagstovnatilboð á stovnum hjá landinum,
  • málum, har samtykki ikki er fingið frá tí/teimum, ið hava foreldramyndugleikan,
  • málum, har børn yvir 15 ár ikki hava givið samtykki.

Høvuðsbarnaverndarnevndin verður mannað fjóðra hvørt ár við einum royndum løgfrøðingi sum formanni, og ávikavist einum sálarfrøðingi og einum barnasakkønum í hinum báðum sessunum.

Samband

Høvuðsbarnaverndarnevndin
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella

við telduposti til: fks@fks.fo

 

Limir í Høvuðsbarnaverndarnevndini:
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðingur, forkvinna
Suni Poulsen, sálarfrøðingur
Ingvør Justinussen, heilsufrøðingur og barnasakkøn

Varalimir eru:
Óla Jákup Kristoffersen, advokatur og varaformaður 
Kristian Eli Andersen, sálarfrøðingur
Anna Dalsgaard, námsfrøðingur


Sí barnaverndarlógina her