Javnstøðunevndin

Javnstøðunevndin er sjálvstøðugur stovnur, sambært kunngerð skipað undir Almannamálaráðnum. Virkisøkið er lógarfest við løgtingslóg nr. 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn, og hvørs endamál er at beina burtur allan mismun vegna kyn.

Javnstøðunevndin skal:

  • hava eftirlit við, at lógin um javnstøðu verður hildin, og at viðgera kærur frá fólkum, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, § 9 og § 11, stk. 1.
  • virka fyri at beina burtur allan mismun vegna kyn innan øll samfelagsøkir og luttaka í samfelagskjakinum við atliti at javnstøðuspurningum og veita upplýsing grundaða á ta vitan, nevndin í arbeiði sínum fær
  • virka fyri eins møguleikum til útbúgving, arbeiði, yrkisligari og mentanarligari menning, § 1
  • virka sum ráðgevi hjá almennum stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum og at samstarva við aðrar almennar stovnar, sum arbeiða við javnstøðumálum
  • geva tilmæli í javnstøðumálum, § 9
  • geva loyvi til frávik frá lógini viðvíkjandi starvslýsing o.ø., og viðvíkjandi setan av nevndum og ráðum, § 3 stk. 2 og § 8, stk. 2, umframt
  • kunna um javnstøðulógina og -nevndina

Javnstøðunevndin verður vald beint eftir løgtingsval og situr valskeiðið, ið Løgtingið situr. Limir kunnu afturveljast. Eftir lógini velur avvarðandi landsstýrisfólk, formannin/kvinnuna og tilnevnir eftir tilmæli frá feløgum og stovnum fýra aðrar limir umboðandi

  • arbeiðsgevarar
  • løntakarar
  • Kvinnufelagasamskipan Føroya
  • skúla-, heilsu- og almannaverk

Samband

Javnstøðunevndin
Postrúm 366
110 Tórshavn

t-post: javnstoda@javnstoda.fo
Heimasíða: www.javnstoda.fo

Samskipari: Brandur Mortensen Nolsøe

telefon: 734064

Nevndin
Mai Laksáfoss Simonsen, forkvinna
Niels Winther
Annfinnur Garðalíð
Hedvig Johansdóttir
Helena Fríðheim

Varalimir
Jón Harald Poulsen, varaformaður
Jórun Gaardar
Mary Antonsdóttur
Leif Olsen
Annetta Saltá