Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum viðger kærur um:

  • Avgerðir hjá Almannaverkinum
  • Avgerðir hjá Sjúkrahúsverkinum, sum ikki eru um heilsufakligt virksemi
  • Avgerðir hjá kommununum um barna- og ungdómstannrøkt
  • Avgerðir eftir barnaverndarlógini, sum ikki  kunnu leggjast fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina
  • Avgerðir hjá Heilsutrygd og tilskotsnevndini eftir lóg um almenna heilsutrygd
  • Avgerðir hjá kommununum eftir lóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
  • Avgerðir hjá Familjufyrisitingini um m.a. samveru, barnagjald, klædnagjald, ættleiðing v.m.

Í Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum eru tríggir limir, ein lækni, ein løgfrøðingur og ein sosialráðgevi. Hesir verða valdir fyri fýra ár í senn.

Samband

Samband

Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá nevndini. Kærur til nevndina skulu tí sendast til:

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum
c/o Føroya Kærustovnur
Undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við telduposti til: fks@fks.fo

Nevndin

Í Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum eru tríggir limir. Í nevndini sita í løtuni:

  • Sigmund Poulsen, advokatur og formaður
  • Kári Rasmussen, lækni
  • Selma Ellingsgaard, sosialráðgevi 

Varalimir eru: 

  • Annfinn V. Hansen, advokatur
  • Jeaneth Løkjá, lækni
  • Bergtóra Høgnadóttir, sosialráðgevi

Valskeiðið hjá nevndini er 1.1.2018 til 31.12.2021.