Leigunevndin

Øll leigumál skulu at nýta ein og sama leigusáttmála, ið er ásettur í kunngerð nr. 89 frá 27. august 2010. Endamálið er at tryggja leigara móti, at órímiligar avtalur verða gjørdar. Leigusáttmálin inniber, at partarnir sínámillum tó hava møguleika at avtala annað. Tílíkar avtalur skulu fylgja teimum minstukrøvum, ið verða ásett í lógini, tá ræður um verju av leigaranum.

Leigunevndin, ið er sett eftir § 25 í leigulógini, skal hava eftirlit við, at ásetingarnar í lógini verða hildnar. Leigunevndin tekur avgerðir í ávísum trætumálum millum leigara og útleigara.

Valskeiðið hjá leigunevndini er fýra ár.

Samband

Leigunevndin
Eirargarður 2
100 Tórshavn

Tlf. 73 40 80

T-postur: leigunevndin@leigunevndin.fo

Heimasíða: http://www.leigunevndin.fo

Limir í leigunevndini:
Birta Biskopstø, løgfrøðingur og formaður
Gunnleyg Árnafjall, cand.merc.aud.
Peter Ritter, timburmaður og byggifrøðingur

Varalimir:
Kristina Samuelsen, løgfrøðingur og varaforkvinna
Birna Steingrímsdóttir, cand. oecon.
Johan Syderbø, timburmaður og byggifrøðingur