Sjóndepilin

Endamálið við Sjóndeplinum er at virka sum ein miðstøð fyri blindum og sjónveikum í Føroyum. Við vegleiðing og frálæru at stuðla til sjálvbjargni bæði í heimi, arbeiði og frítíð.

Fólk við sjóntrupulleikum kunnu her fáa frálæru í ymiskum lærugreinum, luttaka á skeiði, sosialum tiltøkum og øðrum felags áhugamálum. Sjónveik kunnu koma til roynd av hjálpartólum og annars fáa vegleiðing eftir tørvi.

Samband

Sjóndepilin
Íslandsvegur 10A
100 Tórshavn

Tlf. 318222
Fax 319288

T-postur: sjon@sjondepilin.fo

Heimasíða: www.sjondepilin.fo