24.04.2018 · Almannamálaráðið

Pensjónsnýskipanin loksins samtykt

Pensjónsnýskipanin er í dag samtykt í løgtinginum. Skiftandi samgongur hava í áratíggjur arbeitt við at fremja eina pensjónsnýskipan, sum er haldførð langt inn í framtíðina, og nú er loksins komið á mál.

Fólk liva longri, og um nøkur fá ár eru tvífalt so nógvir pensjónistar sum í dag, samstundis sum færri eru í arbeiðsførum aldri. Hetta er ein samfelagsavbjóðing, sum neyðugt er at taka í størsta álvara fyri at tryggja vælferðarsamfelagið. Pensjónsnýskipanin hevur til endamál at tryggja øllum eitt virðiligt lív – alt lívið.

Pensjónsnýskipanin byggir á eina semju millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýri, og í tilgongdini hava allir flokkar flutt seg til tess at gera eina framtíðar pensjónsskipan.

Pensjónsnýskipanin tryggjar, at pensjónistar við lágari og miðal inntøkur fáa hægri pensjón, samstundis sum tað verður meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur.

Meira kann lesast um pensjónsnýskipanina her:

http://www.amr.fo/fo/kunning/tidindi/pensjonnyskipanin-logd-fyri-logtingid/

http://www.amr.fo/fo/kunning/pensjonsnyskipan/